- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

<p>Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki?</p>
<p>Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eil Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.</p>

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.