- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

<p>Faðir Vár er bøn biðin av mongum menniskja. Lærusveinarnir bóðu Jesus læra teir at biðja. Hann svaraði teimum við bønini Faðir Vár. Tú kanst hoyra hinar sendingarnar um Faðir vár: <a href="http://kvf.fo/storu-ordini" target="_self">her</a></p>

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.