- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Úr søguni um Job dagar fyribrigdi, sum verður nevnt "theodicé trupulleikin."
Um Guð er góður, og alt gott kemur frá Honum, hví hendir so nógv ringt og ónt í heiminum?

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









