- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Harrin gav og Harrin tók og Harrans navn verið lovað. Jobsbók telist millum heimsbókmentir. Søgan um lívið hjá Job er serstøk og hevur gjøgnum mong ár hugtikið mong, givið svar og veitt linna.
Hví er tað ónda til? Hvat er tað góða? Um Guð er góður, hví forðar Hann so ikki tí ónda at henda? Er alt tann bera tilvild ella er ein meining við øllum?

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









