- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Síðsta deyðssyndin er leti ella dovinskapur. Leti er ikki at brúka tær gávur ella tey evni, sum tær eru givin. Lívið skal livast og tíðin er dýrabær og skal ikki "sláast í hel", sum ofta verður sagt.
Gomlu kleystrini livdu eftir meginregluni: Ora et labora - bið og arbeið!

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









