- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

<p>Á jólum hoyra vit eingilin boða hirðunum á markini - "óttist ikki"! Hvat merkja hesi orð? Hvat skulu vit óttast ella ikki óttast - hvat er guðsótti? Og tá vit siga, at Guð er kærleikans kelda, hví skulu vit so óttast Guð? Soleiðis, sum vit skilja orðið ótti í dag, skulu vit ikki skilja guðsótta.</p>
<p>Kierkegard skrivaði nógv um ótta og angist og Sartre segði, at menniskjan var dømd at vera fræls. Tað at menniskjan hevur eitt val, ger hana óttafulla og Paulus segði, at tað ónda, sum eg ikki vil gera, geri eg og tað góða, sum eg vil, geri eg ikki.</p>
<p>Torført er at velja tað góða og velja seg sjálvan. Men gleðiboðini á jólum siga ,at tú og eg, skulu ikki óttast, men frøðast, tí "føddur í dag er heimsins Frelsari."</p>

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









