- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Eina deyðssyndin er oyðsl. Sum fleiri av teimum 7 deyðssyndunum, so hevur henda eisini annan týdning í dag.
Tað verður sagt at tú hevur ikki fyri neyðini at eiga, men leiga.
Alt er givið okkum til láns, alt er gáva, vit eiga onki - men alt skulu vit geva víðari til komandi ætttarlið.
Tí áliggur okkum ein skylda at fara væl um skaparverkið við øllum tess margfeldni.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









