- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Øvundin er ein rættiliga avlagandi deyðssynd. Øvundin unnar ikki nøkrum nakað gott. Ongin vil viðganga at vera øvundsjúkur, tí hettta er ein kensla, sum mann skammast at hava, tí mann dugir ikki at samgleðast.
Í okkara tíð er øvundin ikki bert av tí ónda, tí í dag dagar øvundin undan sum kappingarføri.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









