- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Deyðssyndin í hesi sending er havisjúkan ella kraddaralyndi.
Sagt verður, at tú kanst verða mettur av mati, upplivingum og kynsligari tráan, men ikki av huginum at vilja hava meira, at girnast alt og øll og bert vilja leggja inn undir seg.
Eisini verður sagt frá deyðssyndini luxuria - siðloysi. Tá deyðssyndirnar vóru feldar á blað, var alneyðugt at verja kirkjuna móti hor, morð og siðloysi.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









