- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Aldargomlu deyðssyndirnar eru sjey í tali. Eru hesar horvnar ella eru tær til enn, men í nýggjum hami? Onkur sigur, at syndin er horvin úr modernaða samfelagnum og hon tók etikkina og moralin við sær?
Og skuldin - kenna vit hana bert sum bankaskuldina? Sagt verður, at tá menniskjan ikki longur trýr á ein Guð, so fer tað at spekja og ansa eyka væl eftir likaminum, tí tá hevur menniksjan bert tað at líta á.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.