Endaðu við góðum avriki

Endaðu við góðum avriki
Føroysku flogbóltskvinnurnar endaðu Silver League við góðum avriki á útivølli ímóti Montenegro, har tær vóru sera nær við at vinna fyrsta sett ímót sterka mótstøðuliðnum
Føroyar vóru nær við at vinna fyrsta settið í dystinum ímóti Montenegro fríggjadagin
Mynd: CEV  
 
17.06.2023 - 08:22

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum endaði sína Silver League-luttøku við einum góðum avriki á útivølli ímóti Montenegro.

Montenegro hevði vunnið toppdystin í bólkinum ímóti Portugal nakrar dagar frammanundan, men í fyrsta settið í gjár vóru Føroyar nær við at skelka heimafólki.

Besti føroyski spælarin, Sofía Purkhús Splidt, legði Føroyar framum 23-22 eftir eitt flott comeback miðskeiðis í settinum, men so steðgaði upp, og Montenegro fekk trý stig á rað.

Føroyar fekk eina vánaliga byrjan í 2. setti, men eins og frammanundan komu tær fyri seg aftur miðskeiðis, og munurin minkaði. Montenegro vann settið 25-17, og so var tangin tómur hjá føroysku kvinnunum, sum taptu triðja sett 25-8.

Úrslitið hevði við sær, at Montenegro vann bólkin frammanfyri Portugal, meðan Føroyar endaðu aftast við sama stigatalið sum Georgia.


Montenegro - Føroyar: 3-0 (25-23, 25-17, 25-8)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066