Eyðun Klakstein: Teir koyrdu á okkum

Eyðun Klakstein: Teir koyrdu á okkum
Landsliðsvenjarin var glaður fyri at sleppa úr Chisinau við einum stigi. - Teir koyrdu á okkum, og vit vóru trýstir í løtum, segði Eyðun Klakstein eftir dystin
29.09.2026 - 19:40

- Tað var gott, at vit kundu verja hendan javnleikin heim.

Tað var einfalda niðurstøðan hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara eftir 1-1 javnleikin ímóti Moldova í Nations League.

 - Vit skulu taka hendan javnleikin í dag. Teir komu við meira. Heimavøllurin var góður hjá teimum, og teir koyrdu á okkum, og vit vóru trýstir í løtum. Teir fingu málið, og so fingu teir enn meir mót, segði Eyðun Klakstein.

Tað var annars Viljormur Davidsen, sum legði Føroyar framum í fyrra hálvleiki við sínum sjeynda landsliðsmálið. Géza Dávid Turi varð feldur í brotsteiginum, og so skoraði liðskiparin sítt sætta brotsspark fyri Føroyar.

Eftir steðgin javnaði Sergiu Percuin við einum framúr góðum frísparki úr spískum vinkli í handara málhorn, og sami maður rakti bæði tvørtræ og stong eftir hetta, meðan føroyingarnir ikki megnaðu stórvegis annað enn at sparka burtur.

Tað kundi verið øðrvísi, sum Samuel Chukwudi og Andrias Edmundsson gagnnýttu sínar kjansir tíðliga í seinna hálvleiki.

 - Tá vit byrja í seinna hálvleiki, haldi eg, at vit hava støðurnar at "killa" teir við einum máli, men so koma teir meir og meir, og vit fáa ikki ordiliga spælt okkum burturúr, vit fáa ikki ordiliga álopsstøðurnar, segði Eyðun Klakstein.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083