Í Danmark er óttin fyri russiskum hybridálopum vorðin til veruleika

Í Danmark er óttin fyri russiskum hybridálopum vorðin til veruleika
Danska politi-fregnartænastan, PET, sigur seg hava prógv fyri ítøkiligum russiskum ætlanum um atsóknir móti donskum fyritøkum og útbúnaði
03.09.2026 - 20:48

Russar fyrireika atsóknir móti donskum fyritøkum og útbúna, og teir keypa sær hjálp frá vanligum dønum, sum tó ofta eru púra óvitandi um, hvønn teir í veruleikanum gera tænastur fyri.

Tað avdúkar Emil Græsholm, ovasti fyri mótnjósningini hjá donsku politi-fregnartænastuni, PET, í samrøðu við Berlingske Tidende. 

Sambært PET-ovastanum hava myndugleikarnir avdúkað ítøkiligar ætlanir hjá russum um at fremja atsóknir móti donskum fyritøkum, ið onkursvegna kunnu knýtast at donsku hernaðarhjálpini til Ukraina. 

Flemming Spidsboel, danskur granskari í altjóða viðurskiftum og russlandsserfrøðingur, sigur, at tað gerst alsamt meira vanligt í kriminellum umhvørvum, at roynt verður at rekruttera vanligar borgarar at gera kriminellar tænastur, og at tað er hesin framferðarháttur, vit nú síggja hjá Russland brúka.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938