Drona við spreingievni í Leipzig var russisk

Drona við spreingievni í Leipzig var russisk
Russar ætlaðu álop í Leipzig, sigur týska stjórnin, og aftur fyri verður russiska aðalkonsulátið í Bonn stongt, og sáttmálin um "Tað russiska húsið" í Berlin verður uppsagdur
03.09.2026 - 20:47

Týskarar siga seg kunna prógva, at tað vóru russar, sum í seinasta mánað royndu at leypa á floghavnina í týska býnum Leipzig við eini dronu, sum var full av spreingievni.

Dronan bleiv funnin nær við eitt ukrainskt flogfar, men tað eydnaðist týskum spreingievna-serfrøðingum at taka løðingina sundur.

Á tíðindafundi týsdagin segði týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, at tey høvdu funnið ymiskt í dronuni, sum tey kendu aftur frá øðrum russiskum hybrid-álopum, millum annað frá krígnum í Ukraina, og niðurstøðan hjá týsku samveldisstjórnini er, at dronan er russisk.

Russiski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, segði á tíðindafundinum, at Russiska aðalkonsulátið í Bonn verður latið aftur 18. september, og at sáttmálin um "Tað Russiska Húsið" í Berlin verður sagdur upp aftur fyri miseydnaða russiska álopið.

Tað Russiska húsið í Berlin lat upp í 1984, og er ein týðandi mentanardepil í Berlin umframt at vera miðdepil fyri mentanarliga sambandinum millum Russland og Týskland.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938