Nú eru 17 jarðhitahol í Svínoy

Nú eru 17 jarðhitahol í Svínoy
Ikki færri enn seytjan jarðhitahol eru borað í Svínoy í summar. Jarðhiti er ein lættari og grønari loysn, heldur svínoyingur
Fotografur: Símun Waag
21.08.2026 - 20:35

Í summar er av álvara skundað undir grøna orkuskiftið í Svínoy, nú eru seytjan jarðhitahol borað í summar.

Í Svínoy eru tey annars von við at fáa olju í tunnum. Jarðhitin fer at lætta nógv hjá svínoyingum, sigur Frímund Hansen, svínoyingur.

- Við teimum seytjan jarðhitaholunum fara vit at sleppa frá at flyta millum 200 og 300 tunnur til Svínoyar, sigur hann.

Talan er tí um eina bæði lættari og grønari loysn hjá svínoyingum, heldur Frímund Hansen.

 

Sí meira í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342