Góð sterk tøk hjá góðum tungum damum

Góð sterk tøk hjá góðum tungum damum
Hjá 6-mannaførum við kvinnum liggur Víkingur best fyri í FM-stríðnum. Báturin við drekastevninum vann fyri triðju ferð í ár á fjarðastevnu
Jan Herman Hansen/RSF
07.07.2026 - 17:16

Víkingur úr Havnar Róðrarfelag hevur lagt eitt sindur av sjógvi millum seg og Froðbing í FM-stríðnum hjá 6-mannaførum við kvinnum.

Tað eydnaðist havnarkvinnunum at vinna á tvørkvinnum á fjarðastevnu í Vestmanna, og tí eru tvey stig millum bátarnar, nú tríggjar stevnur eru eftir at rógva.

 - Vit royna altíð at taka á saman og finna okkara stev. Tey góðu sterku tøkini hjá góðum tungum damum, segði Jenny Persson av Víkingi.

Sambært henni hevur tað stóran týdning, at tær umborð kenna hvørja aðra væl.

 - Tað snýr seg nokkso nógv um álit. At mann veit, at allar koyra full drøn á kassan. Sjálvt um tú ert móður, so veitst tú, at har eru fimm aðrar damur, sum koyra 100 prosent á, so tú kanst ikki steðga, segði Jenny Persson.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659