Aftur seming millum HHFF og KAF

Aftur seming millum HHFF og KAF
Heilsuhjálparafelagið fer ikki í verkfall, ella ið hvussu so er ikki enn. Partarnir eru samdir um aftur at fara aftur í reallønarsamráðingar eftir miseydnaðu royndina herfyri
09.06.2026 - 19:14

Fyri smáum tveimum vikum síðan vrakaðu bæði Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala arbeiðsgevarafelagið KAF vrakaðu semingsuppskotið, sum tá lá á borðinum. Men nú eru partarnir samdir um aftur at fara í reallønarsamráðingar.

Seinrapartin í dag hava Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF verið á fundi hjá Semingsstovninum á Tinghúsvegnum í Havn. Beint eftir klokkan hálvgun fýra var liðugt, og partarnir komu út. Men fólk vóru fámælt.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við Kringvarpið, at Semingsstovnurin hevur gjørt tað, sum hann plagar at gera; tað er at hava samband við partarnar fyri at vita, um grundarlag er fyri at taka samráðingarnar uppaftur. Fyrr ella seinri skulu partarnir skulu jú hittast aftur og gera nýggjan sáttmála. Og í dag eru partarnir so blivnir samdir um at hittast aftur hósdagin kl. 10 til veruligar lønarsamráðingar, eftir at partarnir hava kannað onkur viðurskifti, sum komu fram í dag.

Uttan sáttmála í 8 mánaðir
Gamli sátmálin gekk út 1. oktober í fjør, og partarnir hava samráðst í fleiri umførum. M.a. varð ein semingsroynd gjørd fyri tveimum vikum síðan, sum endaði við, at báðir partar vrakaðu semingsuppskotið.

Eftir miseydnaðu semingsroyndina fyri tveimum vikum síðan segði Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, at semingsuppskotið gav teimum ov lítið. Per Martin Gregersen, formaður í KAF segði hinvegin, at semingsuppskotið var ov dýrt fyri tey.  Terje Sigurðsson sigur, at tað eru vanlig sjónarmið, at onkur heldur seg fáa ov lítið, og at hin heldur tað kosta ov nógv. Men fyrr ella seinri skal onkur loysn finnast.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525