Minni felli við nýggjari skipan

Minni felli við nýggjari skipan
Hiddenfjord hevur við nýggjari skipan at seta smolt út á sjógv minkað um fellið frá fýra prosentum niður í minni enn eitt prosent
07.05.2026 - 19:13

- Fellið er nógv minni nú, og tað er eisini skjótari at seta smolt út. Vit síggja nógvar fyrimunir við skipanini, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord. 

Alifyritøkan hevur saman við øðrum ment egna skipan at flyta smolt frá Smoltstøðini á Fútakletti út á ringarnar.

Smoltið fer í serligar tangabilar og verður pumpað út. Fellið er minnið við hesi skipanini, og tað er munandi skjótari at flyta smoltið.

Smoltið, sum verður sett út, er millum 600 og 1300 gramm. 

 

Pumpað 2000 metrar gjøgnum slangu 

Tangabilarnir koyra smoltið út til alistøðirnar hjá Hiddenfjord.

Í dag varð koyrt hálvan vegin til Bíggjar. Síðani verður alt pumpað við slangum út í ringarnar.

Tað er Ráðstovan Kveiki og Hørdur Wardum, ið hava ment skipanina.

Fiskurin skal ferðast 2000 metrar gjøgnum slangurnar út í ringarnar.

Smoltið er nú longur á smoltstøðin, men væl styttri á sjónum. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280