Fegnast um valúrslitið í Ungarn

Fegnast um valúrslitið í Ungarn
Móðir og dóttir hava fylgt væl við valinum í Ungarn, og eru glaðar fyri broytingina eftir 16 ár við sama leiðara.
13.04.2026 - 20:37

Fólkið í Ungarn hevur valt nýggja stjórn. Victor Orban, sum hevur sitið við valdið í 16 ár, tapti valið til Péter Magyar flokkin Tisza. Bert fáar tímar eftir, at valstøðini lótu aftur í Ungarn, viðurkendi Viktor Orbán sín ósigur.

Valið í Ungarn hevur eisini verið fylgt tætt í Føroyum, har ungarar búgva og arbeiða.

Millum teirra eru møðgurnar Fanni Turi og Zsuzsanna Nagy, sum hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Tær hava fylgt væl við gongdini, hóast tær eru langt burturi frá heimlandinum.

Tær hava dagliga samband við familju og vinir í Ungarn, sum eisini hava upplivað valið sum eitt týdningarmikið skifti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435