Lars: Tekur sær av løttum afturvið føroyskum stórspæli

Lars: Tekur sær av løttum afturvið føroyskum stórspæli
Ímillum stórpolitisku fundirnar tekur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sær av løttum afturvið føroyskum stórspælið í Oslo
Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu og var til dystin millum Føroyar og Montenegro
18.01.2026 - 18:18

Lars Løkke Rasmussen hevur úr at gera í løtuni.

Fyri nøkrum døgum síðan var stórpolitiskur fundur í USA um støðuna í Grønlandi, har millum annað amerikanski varaforsetin, JD Vance, tók ímóti.

Í dag hevur danski uttanríkisráðharrin so verið á fundi saman við starvsbróðrinum Espen Barth Eide, har spenta støðan í arktiska økinum ivaleyst hevur verið uppi at venda.

Men Lars Løkke Rasmussen hevur eisini tíð til at taka sær av løttum, og hann var á áskoðaraplássunum, tá Føroyar brustu saman við Montenegro.

Elin Mirjamsdóttir fekk orðið á hann í steðginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114