- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi flóttafólk, nú fegnir føroyingar
Í dag høvdu Tanja Elek og Dusan Jovanovic 25 ára starvsdag á Bakkafrosti, og øll familjan var komin at halda dagin saman við teimum.
Tey komu higar í ár 2000. Flýddu undan kríggi í fyrrverandi Juguslavia, vóru í tvey ár í Danmark, har tey goymdu seg undir jørð, áðrenn tey komu til Føroyar.
- Vit høvdu tørv á arbeiðsfólki, og tey hava roynst væl. Tað hevur stóran týdning, at fólk sleppa at gera nyttu, har tey eru, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Tanja Elek hevur arbeitt í kantinuni tað mesta av tíðini, og Dusan Jovanivic hevur arbeitt á kassavirkinum
- Tað er týdningarmikið at vera nógv millum fólk fyri at integrerast, og vit kenna okkum sum føroyingar, sigur Tanja Elek.

























