Martin aftur avgerandi: Sjúkliga skeg!

Martin aftur avgerandi: Sjúkliga skeg!
- Hatta var vilt. Tað má eg siga. Hatta var sjúkliga skeg. Tað segði Martin Agnarsson, sum avgjørdi enn ein landsdyst fyri Føroyar, tá Kekkia máttu nakkalangir av Tórsvølli
12.10.2025 - 20:39

 - Hatta var vilt. Tað má eg siga. Hatta var sjúkliga skeg.

Tað segði Martin Agnarsson, sum enn einaferð avgjørdi ein landsdyst fyri Føroyar. Seinast var tað ímóti Gibraltar, og hesa ferð skoraði hann í søguligum sigri á Kekkia, sum máttu nakkalangir av Tórsvølli.

Hanus Sørensen skeyt Føroyar framum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men kekkar javnaðu 12 minuttir fyri leiklok, áðrenn innskifti Martin Agnarsson aftur gjørdi bart.

 - Eg hevði ikki ordiliga væntað, at bólturin fór at koma har, men stuttligt og ein fantastisk kensla, segði málskjúttin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815