Hanus: Telefonin hjá agentinum er nakað heit

Hanus: Telefonin hjá agentinum er nakað heit
Hanus Sørensen skeyt annað málið í søguliga sigrinum hjá Føroyum á Kekkia á Tórsvølli. Hann helt, at agenturin mundi hava úr at gera, men tárini trýstu seg eisini framat
12.10.2025 - 20:30

Hanus Sørensen taldist enn einaferð millum avgerandi spælararnar, tá Føroyar vunnu søguligan sigur á Kekkia sunnukvøldið.

Miðvallarin, sum í løtuni spælir í næstbestu slovensku deildini, skeyt Føroyar framum 1-0, miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir eitt skjótt mótálop beint eftir bókini. 

 - Vónandi eru eygu, sum hyggja at mær beint nú, og telefonin hjá agentinum er nakað heit í løtuni, so mann flýgur víðari til eitt gott stað nú, segði Hanus Sørensen í berum ovfarakæti beint eftir dystin. 

Kekkar javnaðu 12 minuttir fyri leiklok, og júst tá fleiri mundu óttast fyri tí eina stiginum, skoraði Martin Agnarsson avgerandi málið fyri føroyingarnar ímóti kekkum, sum mangan hava verið strævnir mótstøðumenn. 

Ovfarakætið ella ei; Hanus Sørensen megnaði ikki at steðga tárunum, tá hann varð spurdur um dreingin, sum bara elskaði landsliðið fyri nógvum árum síðan.

 - Eg minnist fyrr, tá mann kom inn her og hugdi eftir dystum. Tað var nakað heilt serligt, og mann spælir saman við idolunum hjá sær nú. Eg minnist, at eg skrivaði til Brand einaferð og spurdi, hvussu mann kundi blíva so góður sum hann, og nú spæli eg saman við honum, segði ein týðiliga rørdur Hanus Sørensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114