Venjarin: Spælararnir vóru heilt fantastiskir

Venjarin: Spælararnir vóru heilt fantastiskir
- Vit vóru pressaðir og máttu kríggjast og verja, og spælararnir vóru heilt, heilt fantastiskir, segði Eyðun Klakstein, venjari, eftir flotta sigurin á Kekkia sunnudagin
12.10.2025 - 20:17

Ikki eitt ár er ligið, síðan Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vóru settir í landsliðsvenjarasessirnar, og klárasta tekini um, at gongdin hjá Føroyum er vend mestsum 180 stig, kom í sigrinum á Kekkia sunnudagin.

Sigurin telist millum teir størstu í 35 ára søguni hjá Føroyum í altjóða fótbólti, og uppaftur meir undranarvert er, at hann er ein av heili fýra sigrum í hesi HM-undankappingini. 

 - Nú byrja vit at nærkast innanfyri topp-fimm, segði Eyðun Klakstein, sum helt at 4-0 sigurin á Montenegro mundi liggja har á leið. 

 - Eg haldi, at vit spæla ein fínan dyst. Eg veit ikki, um teir komu við tí besta, teir hava. Vit fingu eitt sindur fatur á teimum, segði venjarin eftir triðja sigurin á rað.

Hanus Sørensen skeyt Føroyar framum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men kekkar javnaðu 12 minuttir fyri leiklok, áðrenn innskifti Martin Agnarsson aftur avgjørdi ein landsdyst fyri føroyingarnar. Venjarin hevði ikki mist vónina um ein sigur, eftir útjavnandi málið.

 - Nei, eg bleiv við at halda, at tað vóru møguleikar fyri kontra, og vit settu eisini Martin og Jóannes (Bjartalíð, blaðm.) inn fyri at loysa kontraspælararnar av og fáa frískar kreftir at renna ígjøgnum, og tað eydnaðist eisini, segði venjarin.

 - Men vit vóru pressaðir og máttu kríggjast og verja, og spælararnir vóru heilt, heilt fantastiskir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659