Brandur: Eitt av teimum heilt stóru úrslitunum

Brandur: Eitt av teimum heilt stóru úrslitunum
Sigurin á Kekkia á Tórsvølli telist millum heilt stóru úrslitini hjá Føroyum, sigur Brandur H. Olsen, sum var, tá landsliðið vann tvær ferðir á Grikkalandi í tíggjunum
12.10.2025 - 22:45

 - Nú hava vit akkurát sungið inni í skiftingarrúminum, so nú fór pulsurin uppaftur.

Tað segði Brandur Hendriksson Olsen, sum metti sigurin á Kekkia at teljast millum teir størstu í føroysku landsliðssøguni. Miðvallarin var sjálvur við, tá Føroyar vunnu tvær ferðir á Grikkalandi í 2014 og 2015.

 - Vit spældu ein javnan dyst niðri í Kekkia, har teir avgjørdu dystin móti endanum, og í dag koppaði tað hinvegin, og vit skora beint eftir, at teir hava skorað, segði miðvallarin úr NSÍ.

Hanus Sørensen skeyt Føroyar framum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men kekkar javnaðu 12 minuttir fyri leiklok, áðrenn innskifti Martin Agnarsson aftur avgjørdi ein landsdyst fyri føroyingarnar.

Brandur Hendriksson Olsen rósti spælarunum og fegnaðist um breiddina og styrkina á beinkinum.

 - Tað ger bara, at vit halda í 90 minuttir og ikki vikna sum lið, segði miðvallarin, sum sjálvur varð útskiftur, tá ein tími var spældur. Við úrslitinum halda Føroyar lív ein HM-vónini undan síðsta dystinum á útivølli ímóti Kroatia.

 - Vit síggjast í Amerika, smíltist Brandur H. Olsen til endans.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117