
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í nátt legði Hanus G. Johansen árnarnar inn., 75 ára gamal.
Hansara tulkingar av dygdargóðum skaldskapi, ið fevndi víða í dýpd, kæti og fynd, gjørdust føroysk fólkaogn.
Orðini hjá Pól F. Joensen, Hans Jákup Glerfoss, Jakob Sande, Tummas Napoleon Djurhuus og øðrum skaldum eru hevjaði upp til nýggjar hæddir í løgum og sangi Hanusar.
Í sambandi við, at Hanus G. fekk handað "Ársins tónleikaheiður" til FMA 2024 var eitt lítið videobrot gjørt úr savni Kringvarpsins.
Niðanfyri ber til at lesa alla kvøðuna, ið Suni Merkistein, mentanarjournalistur, skrivaði til Hanus G. í sambandi við FMA 2024.
Hetta var samstundis seinastu ferð, at Hanus G. varð sæddur alment.
--------
ÁRSINS TÓNLEIKAHEIÐUR 2024
Suni Merkistein
Hanus G. Johansen hevur í slaka hálva øld rúnarbundið føroyingar við sínum hugfangandi løgum og djúpu rødd. Hanus er føddur í 1950 og uppvaksin í Klaksvík. Longu í ungdómsárum gekk hann egnar leiðir og var helst fyrsti gøtumusikantur í Føroyum. Í 1970 fer hann til Danmarkar á tónleikaháskúla í Jyllandi. Har hevur hann sína fyrstu framførslu sum einstaklingur.
Heimfluttur í 1972, er stórur Beatfestivalur í Klaksvík. Tá sæst hann í bólkinum Dirty Rag Rags. Hanus er eisini einsamallur á palli við meira vísukendum sangum á somu konsert hetta árið.
Í 80-unum síggja vit hann sum part í stóra Frændur-kollektivinum, og í kvøðuljómunum hoyrist hann syngja um ommuna Ludvík, og brátt duga bæði stór og smá henda barnasangin uttanat. Hanus er nú av álvara farin at smíða løg og at lesa føroyskar yrkingar at seta løg til. Hann finnur íblástur í tekstum hjá eitt nú Hans Jacob Glerfoss og Tummas Napoleon Djurhuus. Á savnsplátuni Ung 85 renna vit okkum aftur í Hanus. Tá framførir hann við egnum lagi yrkingina "Átjan" hjá Tongla Tummasi.
So ein dagin gongur hann seg av tilvild fram á Pól F. Nornan hevur spunnið lagnutráðin. Í Poul F. finnur Hanus sín andsfrænda. Okkara fyrsti samfelagsatfinnari, sum djarvur og bersøgin skifti ímillum tað bondska og inniliga í sínum yrkingum, átti tann klangbotnin, sum trubadururin kendi seg aftur í.
Djúpa røddin er ramlig og rúmlig og tulkar líka væl kærleikans sum spottarans kvæði.
Hanus er nógv umbiðin trubadurur hesi árini, men tað er ikki fyrr enn í 1988, at frumútgávan - hin nú nærum sagnarkenda "Gaman og Álvara", kemur út. Útgávan er so sterk og mergjað, at hin skrámuti og síðhærdi klaksvíkingurin tekur seg næstan út sum ein reinkarnasjón av Hargaskaldinum úr Sumba.
Hanus kastaði seinni saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubáran, men í øllum hevur Pól F. verið trúgvi fylgisneytin síðani 1988, útgávurnar "Hørpuspælarin" og "Á fold eru túsund gudar", eru dømi um hesa kraftmiklu symbiosu, ið toyggir seg yvir mørk, ið spenna frá lívsins foldarmeldri yvir í ævinleikans útstrendur.
Í drúgt áramál hevur hann ríkað okkum føroyingar við sínari eyðkendu sangrødd og hugtakandi løgum og tulkingum av dygdargóðum skaldskapi, ið fevnir víða í dýpd, kæti og fynd.
Fyri henda ríka førning, ið okkum er latin, verður ársins tónleikaheiður 2024 latin Hanusi G. Johansen.