EB og VB hyggja uppeftir

EB og VB hyggja uppeftir
Í Felagsskúlanum á Oyrabakka tók EB ímóti VB. Bæði liðini hava verið í botninum síðstu árini, men tað ætla tey nú at broyta
15.09.2025 - 20:33

EB tók ímóti VB í Felagsskúlanum á Oyrabakka, tá besta hondbóltskappingin hjá kvinnum byrjaði um vikuskiftið.

Bæði liðini hava stríðst í botninum síðstu árini, men hava ætlanir um at røkka endaspælinum - pláss millum seks tey ovastu - hetta kappingarárið.

At hjálpa sær við tí, hevur EB fingið styrk frá tveimum royndum spælarum úr Kyndli. Jovana Stranjanak skal verja málið í Sundalagnum, meðan Nadja Pejovic skal standa fremst í bæði álops- og verjuspælinum hjá teimum hvítu og svørtu.

VB hevur eisini styrkt seg nakað, og sum venjarin Gurið Augustinussen sigur; allar eru eitt ár eldri og royndari. Tað skal serliga koma til sjóndar á heimavølli, har vágbingar ikki hava fingið nóg nógv burturúr, sambært Gurið Augustinussen, sum stendur á odda fyri liðnum saman við systrini Báru Mortensen. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659