Nú fer Emerald at fiska tosk

Nú fer Emerald at fiska tosk
Flakatrolarin Emerald fer nú loksins fyrsta túrin í Barentshavið at royna eftir toski, meira enn tvey ár eftir at skipið kom í flotan.
08.09.2025 - 19:20

Emerald er millum mest framkomnu skip í fiskiflotanum. Skipið sera væl útgjørt til toska- og rækjufiskiskap, kann fiska við trimum trolum og hevur verksmiðjur umborð, bæði til flak og rækju. Eisini er Emerald bygdur til framtíðar krøv um at alt frá fiskiskapinum skal fáast til høldar, skipið hevur verksmiðju til mjøl og fiskaolju.

Men teknisku trupulleikarnir við skipinum hava verið nógvir, frá fyrsta degi, Emerald kom flaggskrýddur á Havnina 13. juli í 2023. 

Fyrstu tvey árini hava eisini verið strævin og dýr fyri reiðaríið. Roknskapurin fyri P/F Havborg, sum Emerald hoyrir til, vísir stórt hall, bæði í 2023 og 2024. Undirskotið var 23 milliónir krónur í 2023 og 50 milliónir í fjør.

Nú riggar rækjufiskiskapurin - og við eini flakalinju til toskafiskiskapin, sum loksins sær út til at virka, trýr reiðarin uppá ljósari tíðir.

-Vónandi verður hetta síðsta sprellið, áðrenn vit kunnu reka Emerald sum skipið skal rekast, sigur Mortan Johannesen. 

Eftir ætlan loysir Emerald 20. september. Skipið fer fyrst at royna eftir kongafiski, áðrenn leiðin gongur í Barentshavið at fiska tosk.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112