Nýggj kapping: Skulu rógva fimm kilometrar

Nýggj kapping: Skulu rógva fimm kilometrar
Vanliga rógva tey 1000 metrar, men næsta vikuskifti skulu føroysk róðrarfólk rógva fimm ferðir so langt. Tá skipar RSF nevniliga fyri langteinarógving á Skálafjørðinum
18.08.2025 - 20:09

Fimm túsund metrar við úthaldni, styrki og taktikki. Soleiðis skrivar Róðrasamband Føroya um nýggju langteinakappingina, sum verður á Skálafjørðinum.

Ístaðin fyri teir vanligu 1000 metarnar skulu føroysku róðrarfólkini royna seg teir fimm kilometrarnar frá Skálafirði og út á Skála.

 - Ein øðrvísi teinum í mun til tann klassiska FM-teinin upp á 100 metrar. Tað krevur eitt heilt annað slag av teknikki og taktikki at klára tann teinin, so tað verður øgiliga spennandi at síggja, hvussu leikur fer, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.

Kappast verður í fýra bólkum. Gentur og dreingir undir 18 ár rógva í 5-mannaførum, meðan kvinnur og menn yvir 18 rógva í 6-mannaførum. Talan verður um einkultstart, har tríggir minuttir vera ímillum hvønn bát, sum verður sendur út eftir fjørðinum.

Hendan kappingin legst afturat FM-kappróðrinum, inniróðrinum um veturin og Ódnartøkum um várið. 

 - Vit hava merkt millum fólk, at tey hava saknað okkurt fyri at gera kappingarárið eitt sindur longri, sigur Petur Hansen.

 - Hetta er ein kapping fyri tey, sum tíma at rógva víðari eftir ólavsøku og eru í Føroyum. 

Eisini er kappingin fyri tey lutfalsliga nógvu, sum rógva og venja nakað um summarið, men sum ikki halda seg til at kappast um føroyameistaraheitið.

Freistin at tekna til kappingina er mikudagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525