Fleiri avmarkingar til ferðafólk

Fleiri avmarkingar til ferðafólk
Ferðafólk skulu avmarkast í føroysku ferðsluni, tí tey órógva í fleiri smábygdum - bussar eiga at koyra tey ávís støð, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
05.08.2025 - 19:34

Útlendsk ferðafólk skulu í framtíðini ikki sjálvi sleppa at koyra til Tjørnuvíkar, Gjáar og Saksurnar, men heldur koyrast við bussum til hesar smábygdir.

Tað heldur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fær fulla undirtøku frá borgarstjóranum í Sunda kommunu. 

- Eg hevði ein goðan fund við landsstýrsmannin fyrsti i juli, har vit viðgjørdi hesi viðurskiftini. Eg siggi fyri mær, at vit koma at finna loysnir saman, sigur Eyðstein Zachariasen. 

Sunda kommuna hevur áður roynt at betra um viðurskiftini við ferðsluljósum og shuttle bussum, men tað hevur ikki gjørt so stóran mun, ásannar borgarstjórin. 

Tá var talan um eitt tilboð til ferðafólk, heldur enn eitt krav - tískil riggaði tað ikki eftir ætlan, sigur Eyðstein Zachariasen. 

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659