Heimsins størsti fóðurflaki í Funningsfirði

Heimsins størsti fóðurflaki í Funningsfirði
Í Funningsfirði liggur heimsins størsti fóðurflaki, sum GroAqua hevur bygt fyri Bakkafrost.
01.07.2025 - 19:22

Bakkafrost hevur eitt av størstu aliøkjunum í heiminum í Funningsfirði við 24 aliringum. Við nýggja fóðurflakanum, sum GroAqua hevur bygt, ber til hjá Bakkafrosti at fóðra allar aliringarnar í senn. Í øðrum fóðurflakum eru 6 fóðurlinjurnar, men í nýggja flakanum eru 24, sum ger tað møguligt at fóðra allar aliringarnar samstundis. Tað er ein stórur fyrimunur og ger tað nógv effektivari fyri kundan, sigur Kristian Andreasen, flakasøluleiðari hjá GroAqua.

Vanligir fóðurflakar taka 200 tons av fóðri, men nýggi fóðurflakin tekur umleið 1200 tons. Tað verða fóðrað umleið 100 tons um dagin, so tað verður neyðugt at fylla upp fóður umleið 10. hvønn dag. Flakin kann eisini fóðra framman og aftan, so hann fer at liggja ímillum teir 24 aliringarnar, við 12 á hvørjari síðu. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189