- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvíkingur aftur skjótastur
Klaksvíkingur aftur skjótastur
Klaksvíkingur vann sannførandi á Havnarbátinum og Norðingi, sum var betur við hesa ferð. Í stríðnum um FM økti flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag tískil um leiðsluna
24.06.2025 - 10:00
Klaksvíkingur var aftur skjótastur, tá 10-mannaførini kappaðust á jóansøku í triðja føroyameistararóðrinum í summar.
Føroyameistararnir úr Klaksvíkar Róðrarfelag róðu sannførandi og høvdu tamarhald og Havnarbátinum og Norðingi, sum máttu taka til takkar við at kappast um silvurið.
Tað var Havnarbáturin, sum fekk 2. plássið, meðan Norðingur kom síðstur á mál, men fylgdi betur við hinum báðum enn á undanfarnu róðrunum.
- Vit royna altíð at koma framum beinanvegin, men teir hingu væl í í byrjanini, men so komu vit framum, so tað riggaði, segði Tóra S. Hansen á Klakvíkingi.
(Mynd: Jan Herman Hansen/RSF)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. juni
Vísindavøka '25 - Durita Gunnarsson, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209503
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450

























