Áttamannafør: Ørvur stakk Risan

Áttamannafør: Ørvur stakk Risan
Risin av Eiði gjørdi sítt ítasta at nærkast Ørvi úr Havnar Róðrarfelag, men tað rakk akkurát ikki, og havnarmenninir fingu annan sigurin á rað
17.06.2025 - 09:00

Ørvur helt Risanum frá lívinum í tvídysti millum sterkastu 8-mannaførini í summar.

Havnarmenninir vunnu á norðoyastevnu, og eiðismenn á Risanum høvdu ætlanir um at javna í Sundalagnum, men soleiðis var ikki. 

Teir á Ørvi hildu fast, men tað var ikki meir kortini. Bert eitt gott hálvt sekund var á muni, tá teir báðir fremstu bátarnir fóru um mállinjuna.

 - Vit eru øgiliga raskir, vit venja hart, vit líta á hvønn annan og vit hava gott samanhald umborð, segði Sámal Pauli Bernhardson Petersen á Ørvi.

Gøtu Tróndur royndi eisini at bjóða av, men tað eydnaðist ikki at koma heilt fram. 8-mannafarið hjá Tindi endaði á 3. plássi smá fýra sekund aftanfyri vinnaran.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280