Nú svimja tey í Kvívík

Nú svimja tey í Kvívík
Hellufossur eitur nýggja svimjifelagið í Kvívík, uppkallað eftir fossi í bygdini. Tey taka í hesum døgum síni fyrstu tøk, og málið er at taka lut í kapping seint í ár
30.10.2023 - 16:17

Hellufossur eitur nýstovnaða svimjifelagið í Kvívík.

 - Í staðin fyri at liggja og koyra til Havnar ella aðrastaðni, hugsaði eg: 'Nei! Vit hava ein svimjihyl, og vit hava møguleikarnar.' So vit fóru bara í gongd her í staðin, sigur forkvinnan í nýggja felagnum, Sára Midjord.

Í fyrsta umfari bjóðar felagið børnum úr 1. til 4. flokki til venjingar í 12,5 metra langa svimjihylinum í bygdini, og miðjað verður ímóti, at verða við til kapping seint í hesum kappingarárinum.

Bert tríggir venjarar eru í felagnum í løtuni, men lagt verður upp til møguligt samstarv við grannabygdirnar seinni.

 - Vit kappast ikki um fólkið við grannarnar hjá okkum. Flogbóltur og talv eru í Kollafirði, og hondbóltur er í Vestmanna, men tað er einki svimjifelagið nærri enn í Havn, so eg haldi, at vit passa væl inn, sigur næstformaðurin, Helgi Simonsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112