Róland svimjandi venjari

Róland svimjandi venjari
25 ára gamli Róland Toftum er nýggjur høvuðsvenjari í SuSvim, og royndi svimjarin gleðir seg til nýggja leiklutin á hyljarkantinum
02.10.2023 - 18:43

Róland Toftum hevur vunnið nógv heiðursmerki í svimjihylum bæði í Føroyum og uttanlands.

Nú er hann settur sum høvuðsvenjari í svimjiufelagnum í Suðuroy og skal hjálpa øðrum at røkka so góðum úrslitum sum gjørligt.

 - Tað er ein spennandi uppgáva. Vit hava nógvar svimjarar, bæði eldri og yngri, so tað er nógv at arbeiða við, sigur Róland Toftum.


Skulu svimja longri teinar

Sum virkin svimjari hevur nýggi venjarin serliga gjørt seg galdandi á styttri teinunum, men Róland Toftum vil, at svimjararnir í Susvim skulu aftur á longri teinarnar.

 - Eg fari at royna at fáa fólk at svimja meir metrar og kappast á teimum longru teinunum aftur, sigur nýggji venjarin, sum annars fer at leggja stóran dent á teknisku venjingina.

  - Tað fer at hava stóran týdning, tí hann veit so nógv, sigur Alisa Vestergård, sum er ein av royndaru svimjarunum í felagnum.


Svimjandi venjari

Róland Toftum hevur drigist við skaða seinastu tíðina, men hóast hann nú hevur fingið stóran leiklut á hyljarkantinum, ætlar hann sær eisini at kappast sjálvur.

So tú verður ein svimjandi venjari?

- Vónandi, vónandi, sigur Róland Toftum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112