Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Víkingasavninum við Hanusi Jensen
17-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde

Skúvoyingurin Hanus Jensen hevur, burtur sæð frá tveimum styttri steðgum, arbeitt á Víkingasavninum í Roskilde í samfull 26 ár. Áðrenn hann fór á Víkingasavnið at arbeiða, smíðaði hann nógvar bátar í Føroyum, og tann kendasti man vera Diana Victoria, sum Ovi Joensen róði við til Danmarkar í 1986.


Hanus lærdi til bátasmið hjá Hjalmari Hátún, og í sendingini greiðir Hanus frá bátasmíði í Føroyum og arbeiðnum hesi mongu árini á Víkingasavninum í Roskilde. Umframt at smíða føroyskar bátar, sum vitjandi á savninum sleppa at sigla við, hevur Hanus verið við at smíðað og umvælt víkingaskip og aðrar størri bátar.

 

Í sendingini vitja vit eisini í einari lítlari høll uttanfyri Roskilde, har Hanus í frítíðini hevur smíðað ein bát til Livar Nysted. Stígur kom í, og tí stendur báturin har enn. Men hann skal á sjógv í summar, sigur Hanus.


Hanus Jensen visti av ongum, men tveir dagar eftir at útvarpsverturin hevði vitjað á Víkingasavninum, fekk hann at vita, at frá í mars næsta ár er ikki meira arbeiði til hansara og fimm onnur, tí savnið skal spara. Hanus hevur skrivað á Facebook, at hann komandi vár verður klárur til aðrar uppgávur.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.
16-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya hevur nógv jørn í eldinum, samstundis sum eitt Kampus til Setrið verður fyrireikað á Frælsinum í Havn
09-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur 60 ár á baki, hevur nú 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk
02-02-2026
Eisini býlingurin í Krotugrøvini í Klaksvík hevur sína søgu. Hann er uppkallaður eftir virksemi hjá Gamla Klaksvíkshandli
26-01-2026
Fjallatúrur stytsta dag í árinum hevur verið fastur táttur hesi seinastu árini, og ongantíð hava so nógv fólk verið við sum hesaferð. Tey vóru omanfyri hundrað í tali
19-01-2026
Jól eru í hondum og nógv í samfelagnum er merkt av tí. Tað er túrurin í dag eisini. Vit eru ikki sum vanligt í einum ávísum staði, men hoyra um jólafyrireiking ymsa staðni
15-12-2025
Áhugavert at vera saman við aktivitetstoyminum í Tórshavnar Kommunu og hoyra um teirra virksemi fyri búfólkunum á teimum ymsu heimunum
08-12-2025
Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava havt úr at gera síðani teir lótu Tvøroyrar Skjalasavn upp og bjóðaðu øllum at koma við tilfari
01-12-2025
Býlingurin á Konmansmýru í Havn er ein væl umtóktur býlingur. Húsini verða ofta seld áðrenn tey koma á sølulista
24-11-2025
Hanus Jensen hevur seinastu 26 árini smíðað føroyskar bátar og verið við at smíðað víkingabátar á Víkingasavninum í Roskilde
17-11-2025
Heystið royndist framúr væl í Tjørnuvík í ár. Menn vita ikki at siga frá so góðum seyði úr haganum sum í ár. Nógv lomb komu upp um 50 pund
10-11-2025
Í býlinginum í Toftum mitt í Fuglafirði, frá Restaurant Muntra og eitt petti norðureftir, hendir mangt og hvat. Vit vitja býlingin í hesari sendingini
03-11-2025