Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
09-06-2025
Í Føroyahúsinum í Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn er altíð okkurt á skránni og fyri ymiskar aldursbólkar. Og har er semja um, at brúk er fyri einum Føroyahúsi har

Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum.


Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn jólaborðhald og dunna verður borðreidd. Serliga í desember og um várið er nógv á skránni í køkinum, sigur Gert Róðá. Í køkinum saman við honum í kvøld er Camilla Gaardlykke Hansen. Dagliga eru tey bæði kokkar á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.


Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fegnast um, at so nógv ymisk tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar eru í húsinum. Hon sigur, at korona órógvaði húsið ógviliga nógv, men nú er tíbetur alt komið í rættlag. "Virksemið í húsinum prógvar, at brúk er fyri einum Føroyahúsi í danska høvuðsstaðnum, sigur Sissal, sum nú er avloyst. 1. juni var hennara skeið úti og nýggjur leiðari er Andrias Olsen.


Ruth Hjelm er ein av teimum yngru limunum í Kvinnufelagnum í Keypmannahavn, sum húsast í Føroyahúsinum. Hon hevði ikki verið so nógv saman við føroyingum síðani hon kom til Keypmannahavnar, og tá hon og vinkonan Eyð vóru til eitt tiltak við røstum fiski, varð hon spurt um at koma í nevndina í felagnum. Hon eftirlíkaði og hevur verið glað fyri tað. Hon er eisini virkin í Felagnum, sum eitur Tvørábáturin.


Jóannes Petersen, vanliga róptur Jóannes hjá Rosu úr Klaksvík, er dagliga í Føroyahúsinum. Hann heldur at tað hevur stóran týdning at koma saman við øðrum føroyingum.


Annbjørn Simonsen av Sandi er ein av eldsálunum í Tvørábátinum - felagnum sum rekur gamla Tvørábátin og aðrar kappróðrarbátar í danska høvuðsstaðnum, og tey hava fleiri manningar til hvønn bátin. Felagið skipar eisini fyri máltíðum við føroyskum mati í neystinum.
Annbjørn og ein vinmaður hava tikið stig til eitt +60 tiltak í Føroyahúsinum, har millum 20 og 30 fólk vanliga møta upp annanhvønn midudag. Annbjørn er væl nøgdur við uppmøtingina.


Felagið Fótatraðk, sum hevur føroyskan dans, er eitt av teimum virknu feløgunum sum halda til í Føroyahúsinum. Tey samlast annaðhvørt hóskvøld. Petur Djurhuus, formaður, er væl nøgdur við uppmøtingina. Hann sigur at øll kunnu koma og ofta møta eini 20 fólk upp. "Nógv sum koma upp í felagið hava ongantíð kvøðið fyrr. Og fleiri av teimum nýggju eru farin at skipa", sigur Pætur.


So tey sum eru við í sendingini eru: Selma Ellingsgaard, Gert Róða, Kamilla Gaardlykke Hansen, Sissal Kampmann, Ruth Hjelm, Jóannes Petersen, Annbjørn Simonsen og Pætur Djurhuus.
 

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026
Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026
Varðagøtan millum Leirvík og Norðragøtu er aldargamal og vakuir túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í havn
27-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026
Nú Skúlin á Trøðni fyllir hálvthundrað ár, hava ongantíð so nógvir næmingar gingið í Skúlanum á Trøðni sum nú. Nú eru teir 72 næmingar í tali
23-03-2026
Tað er hugnaligt at vitja í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og teimum dáma væl at fáa gestir, tí teir eru altíð klárir til eitt prát
16-03-2026
Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026