Við Tórði á túri

Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
22-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar

Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, byrjaði sum linjumaður hjá SEV. Og sum linjumaður varð hann mangan boðsendur at fara á fjøllini at finna feilin, tá klaki var lagstur á linjurnar og húsarhaldini sótu myrk ymsa staðni kring landið.

 

Jákup arbeiðir framvegis hjá SEV og vit hitta hann fyrst á gamla Havnarverkinum í Gundadali, sum nú er støð hjá montørunum, og síðani á stóra Sundsverkinum, ið klárar at føða 80 prosent av landinum við streymi. Har arbeiðir Jákup ofta.

 

Annars ferðast hann framvegis nógv kring landið, ikki minst í útoyggjarnar.


Í hesum fyrra partinum sigur Jákup Matras frá ymsum upplivingum og einum drúgvum og spennandi arbeiðslívi í SEV.


Í frítíðini er hann nógv í heimbygdini við Gjógv, har hann røktar ein hagapart og sjálvur eisini hevur seyð, og honum dámar eisini væl at fara á flot.


Tórður Mikkelsen hevur lagt til rættis, og hetta er sum sagt fyrri partur.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026
Varðagøtan millum Leirvík og Norðragøtu er aldargamal og vakuir túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í havn
27-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026
Nú Skúlin á Trøðni fyllir hálvthundrað ár, hava ongantíð so nógvir næmingar gingið í Skúlanum á Trøðni sum nú. Nú eru teir 72 næmingar í tali
23-03-2026
Tað er hugnaligt at vitja í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, og teimum dáma væl at fáa gestir, tí teir eru altíð klárir til eitt prát
16-03-2026
Tilsamans 16 ymiskar standmyndir eru í Klaksvík, og Rani Nolsøe, ferðaleiðari, hevur gjørt túrar við fólki millum standmyndirnar. Í dag er hann túr við okkum og greiðir frá
09-03-2026
Á Fróðskaparsetri Føroya, okkara universiteti, hendir so mikið nógv dagliga, at túrurin har bleiv í trimum pørtum. Her er triði og seinasti partur.
16-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya hevur nógv jørn í eldinum, samstundis sum eitt Kampus til Setrið verður fyrireikað á Frælsinum í Havn
09-02-2026
Fróðskaparsetur Føroya, sum hevur 60 ár á baki, hevur nú 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og umleið 170 starvsfólk
02-02-2026
Eisini býlingurin í Krotugrøvini í Klaksvík hevur sína søgu. Hann er uppkallaður eftir virksemi hjá Gamla Klaksvíkshandli
26-01-2026