- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um Hank Williams

Í áttandu minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk honum í seinnu helvt av 1952. Hank verður skildur frá Audrey fyri aðru ferð. Hank kemur saman við Bobby Jett og fær eina dóttur við henni, Jett Williams. Um somu tíð kemur Hank saman við Billie Jane, sum var 10 ár yngri enn Hank. Tey verða gift undir sera ótraditionellum umstøðum, við tað at tey verða gift tríggjar ferðir sama dag. Vit hoyra um, tá ið Hank Williams ferð á sín seinasta biltúr.

Søgan um Hank Williams
Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.
Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø