- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Ofta verður sagt, at tað ræður um at byrja eina plátu væl, men í grundini er tað eins umráðandi at enda hana væl. Í sendingini verða plátur við serstakliga sterkum endaløgum lagdar undir nálina. Panelið mannað: Heiðri á Heygum, Guðrið Hansdóttir og Fróði Løkságarð. Vertur er Uni Leitisstein Hansen

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.