Plátubarrin

TEMPALÁTAN 30: 'What's the Story (Morning Glory)', Oasis, 1995
20-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.

Temapláta í Plátubarrini er (What's The Story) Morning Glory, ið enska Oasis- orkestrið gav út í 1995 hjá plátufelagnum Creation Records, sum ein skoti leiddi. Noel Gallagher framleiddi plátuna saman við valisaranum, Owen Morris, so hon var eitt rættiliga bretskt um landamørk samstarv. Upptøkurnar vórðu gjørdar í marts ''95 í Rockfield Studios. Og hetta var eisini ein av teimum heilt mætu útgávunum, ella ein kann siga ER ein av teimum best lagaðu varðunum í rokk- og popptónleiki. Fyri plátuna vann Oasis í 1996 ein Brit Award í 'besta bretska album' bólkinum, og ein fyri 'besta bretska albumið seinastu 30 árini', harumframt valdi tíðarritið New Musical Express (What's The Story) Morning Glory at vera 'ársins LP'.


Í 2012 hevði amerikanska tíðarritið Rolling Stone Temaplátuna sum nummar 378 av teimum 500 bestu útgávunum higartil. Blaðið segði í sínum ummæli tvey ár frammanundan, at (What's The Story) Morning Glory var ein vinnari; dunandi, boysin, og við óvæntaðum eymleika.

Alment verður tónleikurin á (What's The Story) Morning Glory kallaður britpoppur og rokkur. Britpoppurin var eitt slag av nítiárarokki, ið tilætlað var framleiddur sum rættiliga ljósur og melodiskur tónleikur, tó hann eisini kann vera harður. Hann skal síggjast sum eitt aftursvar til tann meira myrka og tunga grunge-rokkin, sum amerikanarar høvdu ment.


Plátubarrin 20.12.25

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026
'Blackout' var fyrsta útgávan hjá Scorpions við einum stórum hitti; nevniliga 'No One Like You'. Hetta var eisini byrjanin til eina heilt aðra tíð hjá Scorpions. Meira poppur.
14-02-2026
Talan er um einasta album-plettskotið, sum Elton John hevði á heimliga UK Albums Chart í øllum fýrsunum. Afturfyri hevur útgávan so vøkur løg sum 'Sacrifice' og 'Whispers'.
07-02-2026
Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026