- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð.
Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, sum hevði sæti á Tvøroyri. Haðani fór hann aftur út at sigla. Hesaferð við Mærsk og var har í fleiri ár, til hann nú kom til pensjónsaldur.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.