Kvørnin

Kvørnin: "Íða", Frum
04-12-2025
"Ravindalig tónlist í heimligum og lítillátnum føroyskum hami" og "Tá føroyskt vinnur á enskum - Íða fangar ringrásir og innara órógv" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.

"Íða" er fyrsta føroyska heildarútgávan við Frum. Jenný Augustudóttir Kragesteen, kvinnan handan Frum, hevur gjørt bæði orð og løg til teir 8 sangirnar á útgávuni.  

"Íða" er eisini merkt av samstarvi við nakrar av fremstu røddunum í føroyska tónleikalívinum.  

Umframt Jenný Augustudóttir Kragesteen syngja Lea Kampmann, Anna Sofía Skoradal (Gówa), Dania O. Tausen, Marianna Winther, Elinborg Pálsdóttir, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Jasmin Mote (Jazzygold) og Hans Marius Ziska á hvør sínum lagi umframt upplestur við Beinir Bergsson.

Tónleikurin er framleiddur í Akureyri og Bergen í samstarvi við Tord Stalheim N. Mortensen, Monika Engesteh, Linea Vissing, Sjur Folgerø og Nina Ugland.

Í tíðindaskrivi sigur Frum, at við Íða heldur hon áfram at kanna markið millum tað elektroniska og organiska, millum myrkur og ljós. 

 

Skotsmál:

8/10 stjørnum: Regin Toftegaard

8/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen

Eyðfinn Jensen leggur til rættis

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

EP'in "The End or Beginning of Us" við Beinir, verður ummæld av Holgar Johannesen og Regin Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
11-06-2026
"Heliumstónleikur" og "Rúmdar-tónleika-sveisara-knívurin frá Ali Express" eru yvirksriftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Birgari Larsen, ummælarum. Eyðfinn Jensen er vertur.
04-06-2026
"Tónleikarar, sum bløða", er yvirkriftin hjá Páll Oddi Rubbeksen, sum ummælir "Ókendir" saman við Regini Toftegaard í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
28-05-2026
Fyrsta heildarútgávan við Gretu Svabo bech verður ummæld av Ára Rouch og Hergeir Eldevig í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
21-05-2026
"Eitt lýriskt og musikalskt meistaraverk" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir heildarútgávuna saman við Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
07-05-2026
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-04-2026
Sjálvnevnda frum útgávan "Wolfgang" verður ummæld av Páll Oddur Rubbeksen og Hergeir Eldevig. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-04-2026
Stakløgini "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-04-2026
Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen ummæla trý stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-04-2026
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026