- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Sjey sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum teir fýra limirnir í bólkinum hava skriva í felag við Hans Edward Andreasen, sum eisini hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og masterað fløguna í Dávavirkinum í Klaksvík.
Tónleikarar í Adrenaline eru: Jónas Jacobsen, sang og guitar. Tórður Sóleyarson, sang og guitar. Niclas Elttør Høgnesen, bass og Høgni Sørensen, trummir.
Harumframt spælir Hans Edward Andreasen klaver og synthezeiser á útgávuni.
Ingmar Mikkelsen og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
Skotsmál:
7/10 stjørnum: Ingmar Mikkelsen
7/10 stjørnum: Birgar Larsen
8/10 stjørnum: Eyðfinn Jensen

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.









