Kvørnin

Kvørnin: "ja/nei - og restin av vikuni", Dania O. Tausen
09-11-2023
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.

Skotsmál: 
10/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen
09/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð
09/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen

"ja/nei - og restin av vikuni" er heitið á aðru heildarútgávuni við 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen. 

13 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er skrivað, tikin upp og framleidd í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson. 

Dania hevur skrivað flest allar tekstirnar sjálv. Ein er skrivaður saman við Ragnari Finsson og ein saman við Benjamin Petersen. Poul Johan Djurhuus eigur eisini eina yrking á plátuni. 

Løgini eru fyri tað mesta gjørd saman við Ragnari Finsson og Benjamin Djurhuus. 

Dania hevur gjørt trý løg sjálv og eitt saman við bassleikaranum Arnold Ludvig. 

Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað og Finnur Hansen masterað plátuna, sum plátufelagið Tutl gevur út.

Guðrun Sólja Jacobsen, Hans Pauli Tórgarð og Elin Brimheim Heinesen eru ummælarar í sendingini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

Kvørnin

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.

Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.

"Eitt lýriskt og musikalskt meistaraverk" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir heildarútgávuna saman við Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
07-05-2026
Ári Rouch og Birgar Larsen ummæla stakløgini "90'ini" við Ronnie, "Mín sál er í góðum hondum" við Lenu anderssen og "Dreymaland" við Starlight. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-04-2026
Sjálvnevnda frum útgávan "Wolfgang" verður ummæld av Páll Oddur Rubbeksen og Hergeir Eldevig. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
23-04-2026
Stakløgini "Sig mær" við Tøgn, "Suffer In Silence" við Ingibjørg Hansen og "Pápi" við Anton Liljedahl verða ummæld av Ára Rouch og Holgar Johannesen. Eyðfinn Jensen er vertur.
16-04-2026
Hergeir Eldevig og Páll Oddur Rubbeksen ummæla trý stakløg í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
09-04-2026
Ári Rouch og Regin Toftegaard ummæla debut EPðina "ÓJÓ" við Tunghoyrt í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
26-02-2026
"Litríkt ókrút" og "12 skuggar av gráum" eru yvirksiftirnar hjá Páll Oddi Rubbeksen og Ára Rouch, ið geva "Monochrome" 9 av 10 stjørnum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
12-02-2026
Hergeir Eldevig og Birgar Larsen eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
05-02-2026
"Ein guitarleikari syngur sítt lívsins heyst við hjartanum á rætta stað" sigur Regin Toftegaard, sum ummælir "Sólskin" saman við Páll Oddi Rubbeksen. Eyðfinn Jensen er vertur.
30-01-2026
Stakløgini, ið verða ummæld, eru "Milestones" við Dan Olsen, "Don't Give Up" við Tinu Mellem og "Eysturav" við Tunghoyrt.
22-01-2026
"Mangt og hvat av ovastalofti, sum er tikið niður og pussa og skygt", er yvirskriftin hjá Ingmar Berg Mikkelsen, sum ummælir fløguna saman við Regini Toftegaar.d
15-01-2026
"Kjallaramenning" og "Tveir vinmenn hugna sær" siga ummælarar Páll Oddur Rubbeksen og Ári Rouch um plátuna "Stev" við maður:glotti. Eyðfinn Jensen er vertur.
18-12-2025