- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Lagt var upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - hittust fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.
Urd Johannesen var orðstýrari og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum.
Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.







