- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Gerandisdagur við miðnámsskúla og elituítrótti er krevjandi, og tað krevur góða tilrættalegging at fáa tað at bera til. Í sendingini verður tosað við fimleikaran Astrið Nanly Breckmann og við hondbóltsspælaran Onnu Elisabeth Halsdóttir Weyhe. Tær íðka báðar ítrótt á elitusstigi, samstundis sum tær taka miðnámsútbúgving. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.





