- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Tá ið ungar gentur gevast at íðka ítrótt, er ætlanin ofta at gevast í eitt styttri tíðarskeið. Tað kann vera, tí lesnaður fyllir nógv, og tá er lættari at venja sjálvur – til dømis fitness. Men tað vísir seg, at tær flestu verða ikki virknar aftur til skipaðum ítrótti. Í sendingini verður tosað við kurvabóltsspælaran Onnu Berg og tennisspælaran Rúnu Seyer Eliassen, sum báðar góvust við ítrótti, tá ið tær vóru tannáringar, men byrjaðu aftur í vaksnum aldri. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.





