- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnur í ítrótti

Nógvar gentur gevast við ítrótti, tá ið tær fara á miðnámsskúla. Kanning, sum Idrætens Analyseinstitut gjørdi fyri Fólkaheilsuráðið í 2022, vísti, at í aldursbólkinum 13-15 ár vóru 69 prosent av gentum virknar í ítrótti, men í aldursbólkinum 16-18 vóru bert 43 prosent av gentum virknar. Í sendingini verður tosað við bogaskjúttan Helenu við Misá, flogbóltsspælaran Dagmar Djónadóttir og fótbóltsspælaran Fanni Kata Turi, sum allar ganga á miðnámsskúla og íðka ítrótt. Lagt til rættis: Eyðvør Klakstein

Kvinnur í ítrótti
Kvinnur hugsa nógv um útbúgving, arbeiði og familju, tá ið tær skulu gera av, um tær skulu luttaka í ítrótti. Ungar gentur gevast fyrri og í størri tali enn dreingir við ítrótti, og kvinnur eru eitt nú minni virknar í liðbóltspølum enn menn. Í seks sendingum verður tosað við kvinnur, sum íðka ítrótt á ymiskum stigum. Hvussu hava tær upplivað luttøkuna í ítrótti, og hvussu hava tær megnað ymisku avbjóðingarnar? Eyðvør Klakstein leggur til rættis.





