- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íblástrarferðin til Bergen í 1898

Summi tíðarskeið, tá avgerandi tøknilig framstig verða gjørd, valdar stórt bjartaskygni millum fólk og lond. So var eisini upp undir aldaskiftið 1900, tá 30 føroyingar fóru á vinnuliga og mentanarliga heimsframsýning í Bergen. Framsýningin var frá mai til oktober í 1898.
Fleiri enn 2.700 framsýnarar úr mongum av heimsins londum sýndu fram nýtt og gamalt innan fiskivinnu, landbúnað, ídnað, handverk og tøkni. Føroyingarnir fingu stóran íblástur á ferðini, og teir vunnu eisini heiðursmerkir fyri ymiskt, teir sjálvir sýndu fram.

Íblástrarferðin til Bergen í 1898
Frásøgumynd um íblástrarferðina til Bergen, tá 30 føroyingar fóru á heimsframsýing í Bergen í 1898 og vunnu fleiri heiðursmerkir.
Uni Arge skrivaði og legði til rættis í 2020, og Høgni Fagraberg setti saman.